Útbúgvingarstuðul (ÚS)
Ert tú miðnámsskúlanæmingur í eini góðkendari miðnámsútbúgving, hevur tú rætt til útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum. Góðkendar miðnámsútbúgvingar eru hesar: FHS-, heilsu-hjálpara-, heilsurøktara-, HF-, HH-, HIF-, HT-, SIF-, SIT-, sjóvinnu- og studentaskúlaútbúgving.
Útbúgvingarstuðul verður bert latin fyri 11 mánaðir í einum skúlaári. Hetta merkir, at tú fært ikki útbúgvingarstuðul í juli mánaði. Útbúgvingarstuðulin verður útgoldin síðst í hvørjum mánaði.
Umsóknarblað um útbúgvingarstuðul og vegleiðing um útbúgvingarstuðul fáast frá tí skúlanum, tú ert tikin inn á. Eftir at tú hevur fylt út og undirskrivað ”Umsóknarblað um útbúgvingarstuðul”, verður hetta um skúlan, sum tú ert tikin inn á, sent Stuðulsstovninum.
Allir næmingar, sum ferðast millum heim og skúla við Strandfaraskip Landsins ella bygdaleiðum, kunnu fáa ferðastuðul til hesa ferðing. Ásett er, at næmingurin fyri 20 túrakort aftur og fram millum heim og skúla skal rinda 100 kr. uttan mun til fjarstøðuna millum heim og skúla. Kortið kann bert nýtast eina ferð um dagin. Stuðulsstovnurin hevur gjørt eina vegleiðing viðvíkjandi ferðastuðli. Vegleiðingina finnur tú á heimasíðuni hjá Stuðulstovninum: www.studulsstovnurin.fo
Ert tú undir 18 ár við skúlaársbyrjan
Við skúlaársbyrjan fært tú ískoytisstuðul til keyp av undirvísingarmiðlum, her í millum bókum. Ert tú undir 18 ár alt skúlaárið, ella fyllir tú 18 ár í seinnu helvt av skúlaárinum, fært tú 3.332 kr. Fyllur tú 18 ár í fyrru helvt av skúlaárinum, fært tú 1.691 kr. í ískoytisstuðli til keyp av undirvísingarmiðlum. Fyllir tú 18 ár í skúlaárinum, fært tú fulla stuðulsupphædd frá mánaðinum eftir, at tú hevur fylt 18. Næmingur, sum er undir 18 ár, og sum noyðist at flyta til útbúgvingarstaðið, kann søkja Stuðulsstovnin um vistarhaldsstuðul. Treytin fyri at fáa vistarhaldsstuðul er, at tú annaðhvørt hevur sjóvegis farleið millum heim og skúla, ella at tú hevur í minsta lagi 50 km hvønn vegin millum heim og skúla. Vistarhaldsstuðulin er 1.776 kr. um mánaðin í 11 mánaðir.
18 ár ella eldri
Ert tú 18 ár ella eldri, fært tú stuðul sambært yvirlitinum niðanfyri. Gjørt verður vart við, at upphæddirnar eru tær, sum eru galdandi 1. januar 2007, og at hesar upphæddir verða prístalsviðgjørdar.
Heimabúgvandi: 2.369(um mánaðin) 26.059(um árið)
Útibúgvandi: 3.553(um mánaðin) 39.083(um árið)
Lán: 2.253(um mánaðin) 24.783(um árið)
Ert tú yvir 18 ár, hevur tú møguleika fyri at taka lán frá Stuðulsstovninum. Lánsupphæddin er tilskilað í talvuni høgrumegin. Í útbúgvingartíðini er rentan 4% um árið, meðan rentan eftir lokna útbúgving er 1% yvir diskontoini.
Tú kanst vitja heimasíðuna hjá Stuðulsstovninum, um tú ert í iva um stuðulsmøguleikar. Heimasíðan hevur adressuna: www.studulsstovnurin.fo.
|