Skúlar fyri ung
Eftirskúli, húsarhaldsskúli, fólkaháskúli o.a.
Eftirskúli
Tey seinastu árini hava fleiri næmingar í framhaldsdeildini valt at taka 9. ella 10. floks prógv á eftirskúla. Orsøkirnar til hetta eru helst fleiri, men ein man vera, at fleiri næmingar eru í tí aldrinum, har teir hava hug at skifta umhvørvi og royna nakað nýtt. Eingin eftirskúli er í Føroyum, men tað ber til at fara á eftirskúla aðrastaðni. Eftirskúlarnir í Danmark eru nógvir, og tann einstaki eftirskúlin hevur vanliga nøkur hugsjónarlig sjónarmið, sum síggjast aftur í undirvísingini. Ætlar tú at fara á eftirskúla, er tað tí sera umráðandi at kanna, hvat eftirskúlin, sum tú ætlar tær inn á, stendur fyri. Eitt skeið á einum eftirskúla tekur vanliga eitt heilt skúlaár, og skeiðið endar við, at næmingurin kann fara til próvtøku. Tað ber til at fara til fráfaringarroyndir bæði á 9. og 10. floks stigi. Næmingurin hevur bæði kravdar lærugreinir og vallærugreinir. Nakrar lærugreinir á einum eftirskúla eru øðrvísi í mun til lærugreinirnar í fólkaskúlanum. Næmingur, sum úr Føroyum fer á eftirskúla í Danmark, kann søkja um studning til skúlauppihaldið, ið vanliga kostar millum 1.300 - 1.400 kr. um vikuna, tó treytað av foreldrainntøku og tali av systkjum undir 18 ár. Nærri fæst at vita við at venda sær til eftirskúlan, sum søkt verður inn á. Fyri at kanna prís o.l. ber eisini til at fara inn á heimasíðuna hjá Efterskolernes Sekretariat: www.efterskole.dk/oplysning/default.asp Føroyskir næmingar á eftirskúla fáa frá Stuðulsstovninum stuðul til ein ferðaseðil um árið aftur og fram til Føroyar. Nærri um ferðastuðul sæst á heimasíðuni hjá Stuðulsstovninum www.studulsstovnurin.fo Ynskir tú nærri upplýsingar um danskar eftirskúlar, kanst tú venda tær til Efterskolernes Sekretariat. Adressuna finnur tú aftast í hesum bóklingi.
Húsarhaldsskúli
Húsarhaldsskúli Føroya hevur sum endamál at geva næmingunum høvi til:
- at nema sær kunnleika um evni, sum eru knýtt at dagliga virkinum hjá familjuni og tí einstaka menniskjanum í nútíðarsamfelagnum - at menna samstarvsevni, sjálvsfatan og tilvit.
Undirvísingin er bólkað í hesi lærugreinaøki: Matlæra, føðslulæra, reinføri, samfelags- og brúkaralæra og hondarbeiði. Húsarhaldsskúlin er ein vistarskúli, og hetta merkir, at næmingarnir búgva og eta á skúlanum. Teir koma sostatt at uppliva eina tætta, sosiala samveru við onnur. Skúlin er stongdur um vikuskiftið. Eitt skeið á føroyska húsarhaldsskúlanum, sum liggur í Klaksvík, kostar umleið 10.000 kr. fyri teir 7 mánaðirnar, skeiðið varir. Skeiðið byrjar í august og endar seinast í februar. Pláss er fyri 21 næmingum á skúlanum. Skúlin er bæði fyri dreingir og gentur. Næmingurin skal hava fylt 16 ár, tá ið skeiðið byrjar. Meira fæst at vita um Húsarhaldsskúla Føroya við at venda sær til skúlan. Adressuna finnur tú aftast í hesum bóklingi.
Fólkaháskúli
Føroya Fólkaháskúli hevur sum endamál at vekja ans fyri andaligari og kropsligari mentan, serliga í føroyskum høpi. Tú skalt hava fylt 17 ár, tá ið háskúlaskeiðið byrjar, fyri at verða tikin upp. Føroya Fólkaháskúli hevur eitt langt skeið um árið, og skeiðið byrjar fyrst í januar og varir 26 vikur. Pláss er fyri umleið 30 næmingum, og teir skulu búgva á skúlanum. 26 vikur skeiðið kostar uml. 15.000 kr. Undirvíst verður, í ymiskum lærugreinum, sum eru mennandi fyri tað einstaka menniskjað. Tó verður eisini undirvíst í lærugreinum, sum geva almennan førleika. Fólkaháskúlin vendir sær serliga til ungfólk, ið hava hug at uppliva nakað nýtt, fáa sálarligan íblástur, soleiðis at tey koma víðari í lívinum. Í undirvísingini verður stórur dentur lagdur á at seta einstaka menniskjað í miðdepilin, og undirvísingin verður tí fyrst og fremst borin av áhuga fyri at læra. Tað ber eisini til at fara á fólkaháskúla í øðrum Norðurlondum. Norðurlendsku fólkaháskúlarnir eru nógvir, og tí hevur tú møguleika at finna ein háskúla, har tú kanst arbeiða við teimum evnunum og lærugreinunum, sum tú serliga hevur áhuga fyri. Nærri upplýsingar um Føroya Fólkaháskúla ella fólkaháskúlar í øðrum Norðurlondum fært tú við at venda tær til Føroya Fólkaháskúla ella eina av felagsskrivstovunum hjá teimum norðurlendsku fólkaháskúlunum. Adressurnar hjá stovnunum finnur tú aftast í hesum bóklingi.
Skiftisnæmingar
Fleiri næmingar nýta høvi til eftir loknan 9. ella 10. flokk at fara eitt ár burtur í annað land sum skiftisnæmingar. Hetta er eitt gott høvi at sleppa at síggja og uppliva eina aðra mentan, samstundis sum ein eisini lærir eitt annað/nýtt mál heilt væl. Og so er eitt slíkt uttanlandsuppihald eitt upplivilsi fyri lívið.
Fleiri feløg bjóða seg fram sum formidlarar av einum uppihaldi í einum øðrum landi. Tað í Føroyum best kenda felagið man vera AFS. Meira fæst at vita um umsóknarfreist, kostnað o.a. við at fara inn á heimasíðuna www.afs.org
Onnur feløg bjóða seg eisini fram, og tú kanst t.d. fara inn og hyggja at hesum heimasíðum: Youth for Understanding: www.yfu.dk Dansk ICYE (International Cultural Youth Exchange)
United World College Føroyskir næmingar, sum ganga fyrsta árið í einari gymnasialari miðnámsútbúgving, kunnu søkja um upptøku á Red Cross Nordic United World College. Lýst verður í bløðunum fyrst í februar mánaði á hvørjum ári eftir umsøkjarum úr Føroyum, og umsónarblað um upptøku á skúlan liggur á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum á: www.mmr.fo Ein upptøkunevnd velur millum innkomnu umsøkjararnar og eftir upptøkusamrøðu ein næming til skúlan í Noregi.
Red Cross Nordic United World College er ein altjóða skúla í Noregi, og útbúgvingin, sum tekur tvey ár, endar við BI-prógv (International Baccalaureate). Eitt BI-prógv er eitt altjóða studentsprógv, ið gevur atgongd til allar hægri lærustovnar, t.d. universitet, í øllum londum. Tú kanst fáa meira at vita um skúlan við at fara inn á heimasíðuna: www.rcnuwc.uwc.org/
|