Profile index

Yrkisútbúgvingar
Sjóvinnuútbúgving
Um útbúgvingarnar
Yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling
Handils- og skrivstovuútbúgving
Handverkaraútbúgving
Heilsuútbúgvingar


Alm. gymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Hægri Fyrireikingarpróvtøka
Studentaskúla-útbúgving

Orðastyttingar

Leita: 

Hægri Fyrireikingarpróvtøka
Upptøka
Fyri at verða tikin inn á HF-útbúgvingina skalt tú hava lokið víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum og donskum, og fráfaringarroynd fólkaskúlans í støddfrøði og enskum. Rektarin/skeiðsleiðarin kann tó í serligum førum gera frávik frá hesum áset­ing­um, um hann metir, at umsøkjarin hevur serligar persónligar og fakligar fortreytir. Harumframt skalt tú hava fylt 18 ár í seinasta lagi 31. desember í tí árinum, tú byrjar undirvísingina á HF-skeiðnum.
Umsókn um upptøku á HF-útbúgv­ingina fer fram í tí samskipaðu inn­skrivingini. Umsóknarblað um upp-tøku skal vera HF-skeiðnum, sum tú søkir inn á, í hendi í seinasta lagi 15. mars. Umsøkjarar verða kallaðir inn til samtalu av tí skúlanum, teir hava søkt inn á.
Undirvísingin fer fram á Studenta­skúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy, sum eisini hevur eina HF-deild í Klaksvík, og á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.
Næmingar, sum ganga á Studenta­skúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy, kunnu søkja um upptøku á Næminga­heimið á Kambsdali. Næmingar, sum ganga á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, kunnu søkja um upptøku á Búdeild Studentaskúlans og á Studenta­skúlaheimið í Berjabrekku.

Innihald
HF-útbúgvingin er serliga ætlað tilkomnum fólki, sum hava hug at fáa sær eina útbúgving, ið gevur teimum møguleika at sleppa inn á framhaldsútbúgvingar.
Útbúgvingin tekur 2 ár, og av hesari orsøk er støðið í fleiri av lærugreinunum ikki tað sama sum í útbúgvingum, ið taka 3 ár. Hetta kann hava við sær, at ein, ið hevur HF-prógv, og sum ætlar sær inn á ávísar hægri framhaldsútbúgvingar, kanska seinni noyðist at taka eina ella fleiri lærugreinir á hægri stigi. Hetta er tó treytað av teimum upptøkukrøvunum, sum tann einstaki hægri útbúgving­ar­stovnurin setir.

Lærugreinir
Lærugreinirnar á HF-útbúgvingini eru býttar í felagslærugreinir og vallæru­greinir. Allir næmingar í eini 2 ára skeiðsgongd skulu fylgja undirvís­ing­ini í felagslærugreinunum, meðan einstaki næmingurin sjálv/ur velur vallærugreinirnar. Summar læru­grein­ir eru bert til sum felagslærugreinir, aðrar lærugreinir eru ein víðkan av felagslærugreinunum, meðan aðrar einans eru til sum vallærugreinir.
Allar lærugreinir í HF-útbúgvingini eru flokkaðar í C-, B- og A-stig, har A-stig er hægsta stigið í lærugreinini. Allar lærugreinir eru tó ikki til á øllum stigum.
Til eitt samlað HF-prógv krevst, at tú hevur tikið allar felagslærugreinir, 2 vallærugreinir umframt skrivað høvuðsuppgávu.
Áðrenn tú byrjar undirvísingina í 1. HF, skalt tú velja 2 av hesum 3 val­læru­greinum á felagslærugreinastigi: alisfrøðievnafrøði, lívfrøði ella samfelagsfrøði. Harumframt skalt tú eisini velja eitt 2. fremmandamál.
Hevur tú frammanundan fingið undirvísing í týskum í 2 ár, kanst tú fyrra árið velja týskt sum framhaldsmál á C-stigi, við møguleika fyri at halda fram seinna árið á B-stigi, ella tú kanst velja millum hesi 3 málini á C-stigi, franskt, russiskt ella spanskt, bæði árini.
Árliga pultstímatalið í teimum ymsu lærugreinunum á 2 ára HF-skeiði er sum tilskilað niðanfyri. Lærugreinirnar eru skipaðar í bókstava­raði.

Innihald

Vallærugreinir
Til eitt samlað HF-prógv skalt tú hava 2 vallærugreinir á vallærugreinastigi umframt tær kravdu lærugreinirnar. Valbólkar verða skipaðir í teimum einstøku vallærugreinunum, um nóg nógvir næmingar velja læru­greinirnar. HF-skeiðið roynir so vítt gjørligt at ganga ynskjunum hjá næm­ing­unum á møti. Ein vallærugrein hevur 140 pultstímar um árið, tó hevur støddfrøði sum vallærugrein 175 pultstímar. Vallærugreinirnar í HF-skipanini eru hesar: Alisfrøði, evnafrøði, evning, filmur og sjónvarp, fiskivinna, fornaldarfrøði, heimspeki, ítróttur, leiklist, lívfrøði, samfelagsfrøði, sálarfrøði, stjørnufrøði, støddfrøði, teldufrøði, tónleikur, tøkni og vinnulívsbúskapur.

Høvuðsuppgávan
Seinna árið skalt tú í einari viku, har undirvísingin verður niðurløgd, skriva eina sjálvstøðuga uppgávu, høvuðsuppgávuna. Uppgávan kann skrivast í einari lærugrein, sum tú verður undirvíst/ur í 2. HF, ella sum tú hevur fingið undirvísing í. Evnið, sum tú skalt viðgera, velur tú sjálv/ur innan eitt fakøki í einari lærugrein, men tað skal góðtakast av faklæraranum. Fyri høvuðsuppgávuna fært tú eitt próvtal, sum telur við í tí samlaða próvtøkuúrslitinum til HF-próvtøkuna.

Eftirmeting, próvtøka v.m.
Sum HF-næmingur skalt tú til próv­tøku í øllum lærugreinum. Í útbúgving­ini fært tú ikki støðumet ella árs­met, men 2 ferðir um árið fært tú tilboð um eftirmeting av fakligu støðuni hjá tær í øllum lærugreinun­um.

Stakgreinalestur og sjálvlestur
Fyri at verða tikin upp sum stakgreina­lesandi skalt tú lúka tær fakligu fortreytirnar í lærugreinunum, sum tú innskrivar teg til. Innskrivingin fer fram á einum serligum oyðiblaði, ið fæst á HF-skeiðunum.Tú skalt venda tær til tað HF-skeiðið, har tú ynskir at fylgja undirvísingini og tosa við lestrarvegleiðara um upptøku. Stakgreinalesandi verða tikin upp, í tann mun pláss er á skeiðunum. Seinasta freist at innskriva seg sum stakgreina­lesandi er 25. juni í tí ári, tú ynskir at byrja undirvísingina.
Tað ber til sum sjálvlesandi at fyrireika seg til HF-próvtøku ella til próvtøku á studentaskúlastigi. Í hesum føri skalt tú tosa við lestrar­veg­leiðara á skúlanum, har tú ætlar at fara til próvtøku, m.a. fyri at verða kunnað/ur um tað fakliga innihaldið í lærugreinunum, pensumkrøv og próvtøkukrøv. Í lærugreinunum alisfrøði, alisfrøði- evnafrøði, evna­frøði, ítrótti og lívfrøði skalt tú hava fylgt starvsstovuskeiðunum í læru­grein­ini, sum tú ætlar tær til próvtøku í. Innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi fer fram í seinasta lagi 25. februar á serligum oyðublaði. Lýst verður fyrst í februar mánaði í bløðunum viðvíkjandi innskrivingarfreist.

Framhaldsútbúgvingar
Við HF-prógvi ber til at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingunum, sum útbúgvingarnar seta, millum annað viðvíkjandi samanseting av læru­grein­um og á hvørjum stigi. Av hesari orsøk er tað neyðugt at kanna upp­tøku­krøvini á tí framhaldsútbúgving, sum tú ætlar tær inn á. Lestr­arveg­leið­arin kann hjálpa tær hesum við­víkj­andi.
Hevur tú ikki valt tær val­læru­grein­irnar, sum framhaldsútbúgvingin krevur fyri at verða tikin upp, ber til seinni at taka hesar lærugreinir sum ískoytis­lærugreinir, soleiðis at tú lýkur upp­tøkutreytirnar.


[ Aftur | Printa | Send til ein vin ]

Yrkisgymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Fiskivinnuútbúgvingar
Tøkniligar útbúgvingar
Handilslig. útbúgvingar


Mentamálaráðið • Hoyvíksvegur 72 • Postrúm 3279 - FO - 110 Tórshavn • Tlf. 35 50 50 • Fax 35 50 55 • E-mail: mmr@mmr.fo