Studentaskúla-útbúgving
Upptøka
Studentaskúlaútbúgvingin tekur 3 ár og byggir á undirvísingarstøðið í 9. flokki. Tú kanst søkja á studentaskúla aftan á 9. flokk, men tú kanst eisini søkja aftan á 10. flokk. Studentaskúlin hevur 2 deildir, eina málsliga og eina støddfrøðiliga. Fyri at verða tikin upp krevst, at tú hevur staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans við nóg góðum úrsliti. Útbúgvingin fer fram á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy, á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði umframt á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, ið er partur av Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Næmingar, sum ganga á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy, kunnu søkja um upptøku á Næmingaheimið á Kambsdali. Næmingar, sum ganga á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði kunnu søkja um upptøku á Búdeild Studentaskúlans og á Studentaskúlaheimið í Berjabrekku. Umsókn um upptøku á studentaskúlaútbúgvingina fer fram í teirri samskipaðu innskrivingini. Umsóknarblað um upptøku skal vera skúlanum, tú søkir inn á, í hendi í seinasta lagi 15. mars. Heldur skúlin, har tú søkir um upp-tøku, at tað er ivasamt, um tú ert skikkaður, verður tú innkallaður til eina munnliga upptøkuroynd. Til upp-tøkuroyndina verður tú próvhoyrdur í føroyskum og donskum umframt í 2 øðrum lærugreinum. Hevur tú søkt inn á málsliga deild, verður tú til upp-tøkuroyndina harumframt próvhoyrd/ur í enskum og týskum. Hevur tú søkt inn á støddfrøðiliga deild, verður tú til upptøkuroyndina harumframt próvhoyrd/ur í støddfrøði og alis-/evnafrøði. Upptøkuroyndin fer fram seinast í juni mánaði.
Tá ið tú søkir á studentaskúla, skalt tú velja, um tú vilt á málsliga deild ella støddfrøðiliga deild. Fyri at verða tikin upp á málsliga deild krevst, at tú hevur staðið skrivliga fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum, donskum og rokning/støddfrøði, og staðið munnliga fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum, donskum, enskum og týskum. Fyri at verða tikin upp á støddfrøðiliga deild krevst, at tú hevur staðið skrivligu fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum, donskum og rokning/støddfrøði, og staðið munnligu fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum, donskum, enskum og alis-/evnafrøði. Søkir tú inn á støddfrøðiliga deild, er ikki kravt, at tú hevur havt týskt frammanundan. Hevur tú havt týskt 2 ár í framhaldsdeildini, kanst tú á støddfrøðiligu deild velja millum týskt sum framhaldsmál ella franskt/russiskt/spanskt sum byrjanarmál. Søkir tú inn á málsliga deild, skalt tú sum byrjanarmál velja eitt av málunum fronskum, russiskum ella sponskum. Fyri at kunna velja eitt mál sum framhaldsmál krevst, at tú frammanundan hevur fingið undirvísing í málinum í minsta lagi 2 ár. Studentaskúlaútbúgvingin er ein bóklig útbúgving, og tí mást tú hava góðan hug at lesa. Tú mást rokna við, at tú skalt lesa og skriva nógv, eins og tú skalt hava góðan hug at seta teg inn í nýggj evni.
Innihald
Á studentaskúlanum verður undirvíst í kravdum lærugreinum, sum eru felags fyri báðar deildirnar, í kravdum lærugreinum, sum eru serligar á teimum báðum deildunum, og í vallærugreinum. Í 1. studentaskúlaflokki hevur tú bert kravdar lærugreinir. Í 2. studentaskúlaflokki skalt tú umframt tær kravdu lærugreinirnar hava eina vallærugrein. Í 3. studentaskúlaflokki skalt tú umframt tær kravdu lærugreinirnar hava í minsta lagi 3 vallærugreinir, og av hesum skulu í minsta lagi 2 vera á A-stigi. Í 1. studentaskúlaflokki er pultstímatalið um vikuna 34, í 2. studentaskúlaflokki 34 - 35, og í 3. studenta-skúlaflokki 29 - 33.
Pultstímatalið um árið í teimum einstøku lærugreinunum á teimum báðum deildunum er sum tilskilað niðanfyri. Lærugreinirnar eru skipaðar í bókstavaraði.

Vallærugreinir
Vallærugreinirnar á studentaskúlanum eru á tveimum stigum: hástigi og miðstigi. Tú skalt hava 3 - 5 vallærugreinir, og av hesum skulu í minsta lagi 2 vallærugreinir vera á hástigi. Vallærugreinir á hástigi eru skipaðar, sum tilskilað er í talvuni høgrumegin.
Í vallærugreinunum á hástigi er árliga pultstímatalið 175 (støddfrøði á málsligari deild tó 210 tímar), á miðstigi er tað 140. Í lærugreinum, sum í 1. og 2. studentaskúlaflokki eru kravdar, hevur lærugreinin í 3. studentaskúlaflokki sum vallærugrein á hástigi 175 pultstímar um árið. Í øðrum vallærugreinum á hástigi, t.d. evnafrøði, lívfrøði, samfelagsfrøði og tónleiki, fer undirvísingin fram yvir 2 ár við 175 pultstímum um árið. Í vallærugreinum á miðstigi er pultstímatalið 140 um árið, og undirvíst verður í vallærugreinini í 1 ár. Vallærugreinirnar á miðstigi eru hesar: alisfrøði, evnafrøði, evning, filmur og sjónvarp, fiskivinna, fornaldarfrøði, geografi, heimspeki, ítróttur, latín, leiklist, lívfrøði, oljufrøði, samfelagsfrøði, sálarfrøði, stjørnufrøði, teldufrøði, tónleikur, tøkni og vinnulívsbúskapur. Valbólkar verða ikki skipaðir í øllum vallærugreinunum, men skúlarnir royna, í tann mun tað er gjørligt, at ganga ynskjunum hjá næmingunum á møti. Tú kanst sjálv/ur seta vallærugreinirnar saman eftir egnum ynski, tó eru nøkur krøv, sum tú skalt lúka:
1. tú skalt í minsta lagi hava 2 vallærugreinir á hástigi 2. á málsligu deild skal ein av vallærugreinunum á hástigi vera eitt fremmandamál 3. á støddfrøðiligu deild skal ein av vallærugreinunum á hástigi vera alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, samfelagsfrøði, støddfrøði ella tónleikur.

Høvuðsuppgávan
Í 3. studentaskúlaflokki skalt tú í einari viku, har undirvísingin verður niðurløgd, skriva eina sjálvstøðuga uppgávu, høvuðsuppgávuna. Evnið, sum tú skalt viðgera, velur tú sjálv/ur innan eitt fakøki í einari lærugrein, men tað skal góðtakast av faklæraranum. Høvuðsuppgávan kann bert skrivast í donskum, føroyskum, søgu ella í einari av vallærugreinunum á hástigi. Fyri uppgávuna fært tú eitt próvtal, ið telur við í samlaða próvtøkuúrslitinum til studentspróvtøkuna.
Eftirmeting, próvtøka v.m. Á jólum, um várið og við undirvísingarlok verður títt fakliga avrik í teimum ymsu lærugreinunum eftirmett við støðumetum og ársmetum. Til samans skalt tú í studentaskúlaútbúgvingini til próvtøku 10 ferðir. Tú skalt altíð til skrivliga próvtøku í føroyskum, donskum og teimum læru-greinum, tú hevur á hástigi, og harumframt skalt tú til munnliga próvtøku í 1., 2. og 3. studentaskúlaflokki. Tað er Mentamálaráðið, ið við lutakasti tekur tínar próvtøkulærugreinir út. Í lærugreinum, sum tú ikki fert til próvtøku í, telja ársmetini við í samlaða próvtøkuúrslitinum. Fyri at standa studentspróvtøkuna krevst, at tú hevur í minsta lagi 6 í miðaltali, bæði í ársmeti og í próvtøkuúrsliti.
Stakgreinalestur og sjálvlestur Tað ber til at taka stakar lærugreinir á studentaskúlastigi sum stakgreinalesandi. Hesin møguleikin er serliga ætlaður teimum, sum skulu hava eitt hægri støði í einari lærugrein, enn tey hava frammanundan, t.d. í sambandi við umsókn um upptøku á eina útbúgving, har eitt ávíst stig krevst í einari lærugrein. Sum stakgreinalesandi skalt tú fylgja allari undirvísingini í tí ella teimum lærugreinum, sum tú hevur innskrivað teg til. Innskriving sum stakgreinalesandi fer fram í seinasta lagi 25. juni á tí skúlanum, har tú ætlar at fylgja undirvísingini. Tað ber eisini til at taka eina samlaða studentspróvtøku sum sjálvlesandi. Tann, ið ætlar at fara til próvtøku sum sjálvlesandi, hevur rætt til eina avmarkaða fakliga vegleiðing. Sum sjálvlesandi fert tú til próvtøku í fullum pensum. Innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi fer fram í seinasta lagi 25. februar á tí skúla, har tú ætlar at fara til próvtøku.
Framhaldsútbúgvingar Við einum studentsprógvi kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.
|