Profile index

Yrkisútbúgvingar
Sjóvinnuútbúgving
Um útbúgvingarnar
Yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling
Handils- og skrivstovuútbúgving
Handverkaraútbúgving
Heilsuútbúgvingar


Alm. gymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Hægri Fyrireikingarpróvtøka
Studentaskúla-útbúgving

Orðastyttingar

Leita: 

Handilslig. útbúgvingar
Upptøka
Fyri at verða tikin upp á FHS-útbúgv­ingina krevst, at tú hevur lokið 9. flokk ella hevur samsvarandi kunn­leikastøði. Hetta merkir, at tú kanst søkja inn á FHS-útbúgvingina beinleiðis úr 9. flokki.
Umsókn um upptøku á FHS-útbúgv­ingina fer fram í teirri samskip­aðu innskrivingini. Umsóknarblað um upptøku skal vera skúlanum, sum tú søkir inn á, í hendi í seinasta lagi 15. mars.
Útbúgvingin fer fram á Føroya Hand­ils­skúla á Kambsdali og á Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Næm­ingar á Føroya Handilsskúla á Kambs­dali kunnu søkja um upptøku á Næm­inga­heimið á Kambsdali, og næmingar á Føroya Handilsskúla í Tórshavn kunnu søkja um upptøku á Næminga­heimið undir Fjalli.

Innihald
Endamálið við útbúgvingini er at geva tær eina grundleggjandi vitan um handilsskap og fyrisiting, soleiðis at tú kanst fara undir eina 3 ára skrivstovu- ella handilsútbúgving, samstundis sum tú eisini fært fortreytir fyri at fara undir eina 2 ára HH-útbúgving.
Fleiri av lærugreinunum, sum tú fært á handilsskúlanum, kennir tú ikki frá fólkaskúlanum. Hetta serliga tá tað snýr seg um vinnuligar lærugreinir, t.d. marknaðarførslu og virkisbúskap.

Lærugreinir
Undirvísingin er skipað við kravdum lærugreinum, vallærugreinum og yrkis-lærugreinum. Yrkislærugreinirnar eru annaðhvørt økislærugreinir ella handilsfak.
Hugtakið ”økislærugrein” verður nýtt um eina lærugrein, ið tvinnar tættir úr ymiskum lærugreinum saman fyri at økja um heildarfatan næminganna av sambandinum millum vinnulív og fakligar tilgongdir. Dømi um økislærugreinir eru: Ferðavinna, íbirtarar, dekoratión og flutningssamskipan.
Hugtakið ”handilsfak” verður nýtt um serlig undirvísingartiltøk, sum næmingarnir á skúlanum arbeiða við í styttri ella longri tíðarskeiði. Sum dømi kunnu nevnast virkisvitjan, fyrilestrar og verkætlanin ”Ungt virki”.
Einstaki næmingurin skal í FHS-útbúgvingini hava allar kravdar lærugreinir, eina vallærugrein umframt nakrar yrkislærugreinir. Lærugreinirnar eru skipaðar við einum ávísum pultstímatali um árið, soleiðis sum tilskilað er vinstrumegin. Lærugreinirnar eru skipaðar í bókstavaraði.
Týskt C er fyri næmingar, ið framm-anundan hava havt í minsta lagi 2 ára undirvísing í týskum, meðan týskt D er fyri næm­ingar, sum í týskum ikki hava eitt støði, ið svarar til støðið við undir­vís­ing­arlok í 9. flokki. Støddfrøði C er fyri næmingar, sum eru væl fyri í lærugreinini, meðan støddfrøði D er fyri næmingar, ið eru heldur veikir í støddfrøði. Tú skalt velja í minsta lagi eina vallærugrein. Valbólkar verða bert skipaðir í vallærugreinunum, um nóg nógvir næmingar velja ta einstøku vallærugreinina.

Handilslig. útbúgvingar


 » Fjarlestur til FHS og HH


Eftirmeting, próv­tøka v.m.
Í øllum lærugreinum fært tú ársmet, og verða hesi ársmetini skrivað á próvskjalið hjá tær saman við próv­tølunum í teimum lærugreinunum, tú hevur verið til próvtøku í. Tú skalt til próvtøku 5 ferðir við undir­vísing­ar­lok í FHS-útbúgvingini, nevniliga í 4 vanligum lærugreinum, og í tí síðsta evnisskeiðnum/økislærugreinini, sum tú hevur í undirvísingarárinum.

Framhaldsútbúgvingar
Aftan á lokið FHS-ár kanst tú annað-hvørt fara í læru innan skriv­stovu- ella handilsyrkið, ella tú kanst - eftir um-sókn - verða tikin upp á HH-útbúgv-ingina, um skúlin metir, at tú ert skikkað/ur, og at próvtøku­úr­slitið frá FHS-útbúgvingini er nóg gott.

Eftirmeting, próv­tøka v.m.

Hægri Handilspróvtøka
Fyri at verða tikin upp á HH-útbúgv­ingina krevst, at tú hevur staðið FHS-próvtøkuna við nóg góðum úrsliti. Tað er handilsskúlin, sum metir, um tú ert før/ur fyri at fylgja HH-undir­vísingini og fullføra HH-útbúgvingina til ásetta tíð.
Umsókn um upptøku á HH-útbúgv­ingina fer fram í teirri samskipaðu innskrivingini. Umsóknarblað um upptøku skal vera skúlanum, har tú søkir um upptøku, í hendi í seinasta lagi 15. mars.
Útbúgvingin fer fram á Føroya Handilsskúla á Kambsdali og á Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Næm­ing­ar á Føroya Handilsskúla á Kambs­dali kunnu søkja um upptøku á Næm­inga­heimið á Kambsdali, og næmingar á Føroya Handilsskúla í Tórshavn kunnu søkja um upptøku á Næminga­heimið undir Fjalli.
Undirvísingin á HH-útbúgvingini gevur tær eitt breitt innlit í samfelags- og vinnulívsviðurskifti, samstundis sum útbúgvingin er almennandi. Hetta merkir, at tú fært ein førleika, ið kann nýtast í vinnuni, samstundis sum tú eisini fært neyðuga grundarlagið fyri hægri framhaldslestri.
Undirvísingin leggur stóran dent á tær vinnuligu lærugreinirnar, men tú hevur eisini almennandi lærugreinir. Umleið 2/3 av lærugreinunum eru kravdar, og 1/3 eru vallærugreinir. Tú kanst seta vallærugreinirnar saman á tílíkan hátt, at tær nøkta tíni ynski og tín tørv. T.d. kanst tú leggja størri dent á ta málsligu síðuna í útbúgvingini, á ta støddfrøðiligu ella á ta vinnuligu.
Allar lærugreinirnar eru flokkaðar í C-, B- og A-stig, har A-stigið er hægsta støðið í lærugreinini. Allar lærugreinir í teimum gymnasialu útbúgvingunum eru flokkaðar á henda hátt, men eru tó ikki til á øllum 3 stigum. Til eina samlaða HH-próv­tøku skalt tú um-framt tær kravdu lærugreinirnar hava í minsta lagi 2 vallærugreinir á A-stigi. Onnur val­læru­greinin skal vera ein vinnu­búskap­arlig lærugrein.
Tímatalið í HH-útbúgvingini er lagt til rættis við einum árligum pultstímatali, millum annað av tí at sumt av undir­vísingini er blokkundirvísing, tvørfaklig undirvísing ella arbeiði við verkætlan. Pultstímatalið um vikuna er treytað av, hvørjar vallærugreinir tú velur.
Árliga pultstímatalið í HH-útbúgv-ingini í teimum einstøku lærugeinum er sum tilskilað niðanfyri. Læru­grein­ir­nar eru skipaðar í bókstavaraði.

Hægri Handilspróvtøka

Høvuðsuppgávan
Seinna árið í HH-útbúgvingini skalt tú í eina viku, har undirvísingin verður niðurløgd, skriva eina sjálvstøðuga uppgávu, høvuðsuppgávuna, í einari av lærugreinunum, tú verður undir­víst/ur í ella hevur fingið undirvísing í. Í samráð við lærara í eini lærugrein velur tú økið fyri uppgávuna, men uppgávan kann eisini skipast tvørfakligt. Fyri uppgávuna fært tú eitt próvtal, sum telur við í samlaða próvtøkuúrslitinum.

Eftirmeting, próvtøka v.m.
Støðumet verður givið 2 ferðir um árið, og støðumetini eru ein kunning til tín um, hvussu lærararnir meta títt fakliga støði í teimum ymsu læru­grein­unum. Við undirvísingarlok verður givið ársmet, og ársmetini í teimum lærugreinunum, sum ikki eru tiknar út til próvtøku, verða skrivað á prógvið saman við teimum próvtølunum, tú hevur fingið til próvtøkuna. Í HH-útbúgvingini skalt tú til samans til próvtøku 11 ferðir. Í 1. HH skalt tú til próvtøku 5 ferðir, og í 2. HH 6 ferðir. Summar av próvtøkunum eru munn­ligar, meðan aðrar eru skrivligar. Í kunngerðini fyri HH-útbúgvingina er tilskilað, hvørjar lærugreinir tú altíð fert til próvtøku í, og hvørjar Mentamála- ráðið við lutakasti ger av, tú skalt til próvtøku í.

Stakgreinalestur og sjálvlestur
Tað ber til at taka ymsar lærugreinir í HH-útbúgvingini sum stak­greina­les­andi. Sum stakgreinalesandi fylgir tú allari undirvísingini í einari ella fleiri lærugreinum. Hesin møguleikin er serliga ætlaður tilkomnum, sum hava tørv á at ogna sær kunnleika í eitt nú handilsligum lærugreinum. Um tú ætlar at gerast stakgreinalesandi, skalt tú í seinasta lagi 25. juni venda tær til lestrarvegleiðaran á tí handilsskúla, har tú ætlar at fylgja undirvísingini.

Tú kanst innskriva teg til próvtøku sum sjálvlesandi í støkum lærugrein­um, um so er, at tú lýkur tær fakligu fortreytirnar í teimum einstøku læru­grein­unum. Innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi fer fram á einum serligum oyðiblaði í seinasta lagi 25. februar á tí skúlanum, har tú ætlar at fara til próvtøku. Lýst verður fyrst í februar mánaði í bløðunum um innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi. Áðrenn tú inn­skriv­ar teg til próvtøku, skalt tú tosa við lestrarvegleiðara á skúlanum umframt faklærara í tí/teimum lærugrein/um, sum tú ætlar at fara til próvtøku í.

Framhaldsútbúgvingar
Við einum HH-prógvi kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og læru­greinastigum. HH-útbúgvingin miðar tó serliga ímóti, um ikki tú fert at arbeiða í vinnuni, at tú fert undir eina búskaparliga ella samfelagsliga út­búgv­ing, eitt nú á handilsháskúla ella universiteti.

Høvuðsuppgávan

1 ára HH-útbúgving - umframt fjarlestur til FHS og HH
Hevur tú students-, HF-prógv ella samsvarandi ber til eftir einum ári at taka eitt fult HH-prógv. Lærugrein­irnar, tú hevur í 1 ára HH-útbúgvingini, eru serliga tær vinnu­ligu lærugreinirnar. Meira fæst at vita um henda útbúgvingarmøguleikan við at venda sær til lestrarvegleiðingina á einum handilsskúla.
Gjørt verður vart við, at ongin serligur 1-ára HH-flokkur verður skipaður, men at umsøkjarar - um pláss er - fara inn í flokkar/bólkar, sum longu eru skipaðir í lærugreinunum.

Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali ber til at taka stakar lærugreinir á FHS- ella HH-stigi. Undirvísingin fer í høvuðsheitinum fram umvegis internetið og vendir sær serliga til tilkomin fólk, sum hava tørv fyri at økja um kunnleikan hjá sær í ávísum lærugreinum. Eitt nú fyri at økja um vinnumøguleikarnar hjá sær.
Meiri fæst at vita um fjarlesturin við at venda sær til lestrarvegleiðingina á Føroya Handilsskúla á Kambsdali á tel. 444900.

   


[ Aftur | Printa | Send til ein vin ]

Yrkisgymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Fiskivinnuútbúgvingar
Tøkniligar útbúgvingar
Handilslig. útbúgvingar


Mentamálaráðið • Hoyvíksvegur 72 • Postrúm 3279 - FO - 110 Tórshavn • Tlf. 35 50 50 • Fax 35 50 55 • E-mail: mmr@mmr.fo