Profile index

Yrkisútbúgvingar
Sjóvinnuútbúgving
Um útbúgvingarnar
Yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling
Handils- og skrivstovuútbúgving
Handverkaraútbúgving
Heilsuútbúgvingar


Alm. gymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Hægri Fyrireikingarpróvtøka
Studentaskúla-útbúgving

Orðastyttingar

Leita: 

Fiskivinnuútbúgvingar
Upptøka
Fyri at vera tikin upp til Støðisútbúgvingina innan fiskivinnu krevst, at tú hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. flokk) í lærugreinunum føroyskum, enskum, støddfrøði ella hevur samsvarandi kunnleikastøði. Útbúgvingin fer fram á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Fiskivinnuútbúgving er serliga ætlað teimum, sum hava áhuga fyri at fáa sær eina útbúgving, ið kann brúkast í ymiskum arbeiði í fiskivinnuni.
Fiskivinnuútbúgvingin er skipað við einum støðisári (SIF: Støðisár innan fiskivinnu) og eini 2 ára framhaldandi útbúgving (HIF: Hægri próvtøka innan fiskivinnu). Fyri at verða tikin inn á HIF-útbúgvingina krevst, at tú eftir meting skúlans hevur staðið støðisárið við nóg góðum úrsliti, og at tú ert før/ur fyri at fullføra útbúgvingina til ásettu tíðina.
Umsókn um upptøku á fiskivinnuútbúgvingina fer fram í teirri samskipaðu innskrivingini til miðnámsútbúgvingarnar. Umsóknarblað um upptøku skal vera Fiskivinnuskúlanum í hendi í seinasta lagi 15. mars.

SIF
Innihald
Umframt at næmingarnir fáa undirvísing í almennum og yrkisligum lærugreinum, verða umleið 2/5 av undirvísingartíðini brúktir til ymisk, styttri evnisskeið, sum viðgera grundleggjandi fyribrigdi, ið eru tengd at fiskivinnuni. Sum dømi kunnu nevnast: fyriskipan, fóðurlæra, framleiðsla, góðskustýring, heilsa, trygd og umhvørvi, KT, rávørulæra, smáverulívfrøði, KT og vinnulæra. Vanliga arbeiða næmingarnir við einum av teimum styttri evnisskeiðunum tveir samanhangandi dagar um vikuna.
Samlaða pultstímatalið um árið í teimum einstøku lærugreinunum er sum tilskilað í talvuni niðanfyri. Lærugreinirnar eru skipaðar í bókstavaraði.

SIF

Eftirmeting, próvtøka v.m.
Fakliga avrikið hjá einstaka næminginum verður javnan eftirmett gjøgnum árið í teimum ymsu lærugreinunum.
Við undirvísingarlok fært tú ársmet í øllum lærugreinum, og í teimum lærugreinum, sum tú ikki skalt til próvtøku í, telur ársmetið við í útrokningini av próvtøkuúrslitinum.
Tá ið støðisárið er liðugt, skalt tú til próvtøku 5 ferðir. Tú fert altíð til skrivliga próvtøku í føroyskum og støddfrøði, og tú fert altíð til munnliga próvtøku í støddfrøði. Mentamálaráðið ger við lutakasti av, í hvørjum lærugreinum tú annars fert til próvtøku. Einstaki næmingurin fær prógv fyri staðið støðisár.

Framhaldsútbúgvingar
Við støði í SIF-prógvi ber til at halda fram í HIF-útbúgving, men tað ber eisini til at fáa arbeiði í fiskivinnuni í ymiskum størvum.

HIF
HIF merkir Hægri próvtøku innan fiskivinnu. Um tú hevur staðið støðis-árið í SIF-útbúgvingini við nóg góðum úrsliti, kanst tú eftir umsókn verða tikin inn á 2 ára HIF-útbúgvingina.

Innihald
Í HIF-útbúgvingini hevur tú bæði almennar og yrkisrættaðar lærugreinir. Annað árið í HIF-útbúgvingini skal næmingurin velja millum alibreyt og fiskibreyt. Tað ber sotatt til hjá einstaka næminginum at velja eina breyt, sum hann/hon hevur serligan áhuga fyri. Árliga pultstímatalið í teimum ymsu lærugreinunum er sum tilskilað í talvuni niðanfyri. Lærugreinirnar eru skipaðar í bókstavaraði.

HIF

Verkætlan
Í 3. flokki arbeiða næmingarnir sjálvstøðugt við einari verkætlan, sum teir velja innan virkisøkið hjá skúlanum. Ein dagur um vikuna verður brúktur til arbeiði við verkætlan. Farið verður til munnliga próvtøku í verkætlanini, og próvtalið verður skrivað á prógvið.

Eftirmeting, próvtøka v.m.
Við árslok fært tú ársmet í teimum lærugreinunum, sum eru loknar. Ársmetini koma at standa á próvnum hjá tær saman við próvtølunum, tú hevur fingið til próvtøkuna.
Fyri at standa HIF-próvtøkuna skalt tú hava í minsta lagi 6 í miðaltali bæði í ársmetum og til próvtøkuna. Til eina samlaða HIF-próvtøku skalt tú til próvtøku 11 ferðir. Í 1. HIF fert tú til próvtøku 5 ferðir. Í 2. HIF fert tú til próvtøku 6 ferðir, og tú fert altíð til skrivliga próvtøku í enskum B, føroyskum A og munnliga próvtøku í verkætlan A. Mentamálaráðið ger við lutakasti av, hvørjar lærugreinir tú annars skalt til próvtøku í.

Framhaldsútbúgvingar
Við einum HIF-prógvi ber til at søkja inn á hægri lærustovnar, eitt nú hægri fiskivinnuútbúgvingar í Noregi; tó við teimum avmarkingum, sum útbúgvingarstovnarnir seta um ávísar lærugreinir á ávísum stigi. Fleiri av næmingunum, sum hava tikið prógv frá Fiskivinnuskúlanum, hava valt at fara at arbeiða í fiskivinnuni, og starvast tey í dag sum t.d. góðskuleiðarar á verksmiðjutrolarum, flakavirkjum og øðrum virkjum.


[ Aftur | Printa | Send til ein vin ]

Yrkisgymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Fiskivinnuútbúgvingar
Tøkniligar útbúgvingar
Handilslig. útbúgvingar


Mentamálaráðið • Hoyvíksvegur 72 • Postrúm 3279 - FO - 110 Tórshavn • Tlf. 35 50 50 • Fax 35 50 55 • E-mail: mmr@mmr.fo