Profile index

Yrkisútbúgvingar
Sjóvinnuútbúgving
Um útbúgvingarnar
Yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling
Handils- og skrivstovuútbúgving
Handverkaraútbúgving
Heilsuútbúgvingar


Alm. gymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Hægri Fyrireikingarpróvtøka
Studentaskúla-útbúgving

Orðastyttingar

Leita: 

Tøkniligar útbúgvingar
Støðisárið SIT

Upptøka
SIT merkir Støðisútbúgving innan Tøkni. Fyri at verða tikin inn á SIT-útbúgvingina krevst, at tú hevur 9. floks prógv við nóg góðum úrsliti, ella samsvarandi kunnleikastøði. Tað er harumframt ein upptøkutreyt, at tú hevur fylgt undirvísingini í alis/evna-frøði á 9. floks støði.
Útbúgvingin fer fram á Tekniska Skúlanum í Klaksvík og á Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Næmingar, sum hava langan veg í skúla, kunnu søkja um upptøku á skúlaheim. Skúla­heim eru bæði í Tórshavn og í Klaks­vík.
Umsókn um upptøku á SIT-út­búgv­ingina fer fram í teirri samskipaðu innskrivingini. Umsóknarblað um upptøku skal vera skúlanum, sum tú søkir inn á, í hendi í seinasta lagi 15. mars.

Innihald
SIT-útbúgvingin hevur sum enda­mál at geva tær grundleggjandi kunn­leika til nøkur handverksfak, umframt grundleggjandi vitan í almennum lærugreinum.
SIT-útbúgvingin er býtt sundur í fyrra og seinna støðisár. Fyrra støðisárið er býtt sundur í 2 breytir, eina tøknibreyt og eina HT-breyt.
Á tøknibreytini fært tú kunnleika til fakøki, sum tú sjálv/ur velur. Í Klaksvík eru fakøkini: el, træ og maskin, og í Tórshavn eru fak­øki­ni: el, træ, hár-fríðkan og metall (bilmekanikari, maskin­smið­ur, smiður). Í útbúgvingini verður eisini arbeitt við tvørfakligum verkætlanum. Umframt tær verkligu lærugreinirnar hevur tú enskt, føroyskt og støddfrøði.
Tøknibreytin miðar ímóti, at tú annaðhvørt fert undir handverkaraútbúgving eftir lokið fyrra støðisár, ella at tú heldur fram í seinna støðisári. Tá ið tú hevur lokið seinna støðisár, kanst tú søkja inn á 2. HT, um próvtøkuúrslitið er nóg gott, ella inn á akademiútbúgvingina, men tú kanst eisini fara 1/2 ár í starvsvenjing og síðani søkja inn á maskinist- ella maskinmeistaraútbúgvingina.
HT-breytin kann bert veljast í Klaks-vík. Henda breytin miðar ímóti, at tú seinni fer inn á HT-útbúgvingina, og tí skalt tú velja ávísar vallærugreinir, eitt nú alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði og tøknifrøði. Lestrarvegleiðingin á Tekniska Skúlanum í Klaksvík kann greiða tær nærri frá hesum.
Í talvuni høgrumegin er tilskilað pultstímatalið í teimum einstøku læru-greinunum fyri fyrra støðisárið í SIT-út-búgvingini. Lærugreinirnar eru skip­að­ar í bókstavaraði.

SIT-útbúgvingin er serliga ætlað teimum, sum hava áhuga fyri hand­verki og tøkni, bæði tá ið tað snýr seg um verkligt og ástøðiligt arbeiði, og í undirvísingini stuðla hesi bæði hvørt annað. Av hesari orsøk fer undir­vís­ingin fram bæði á verkstøðunum og í skúlastovuni. Høvuðsdenturin í undirvísingini liggur á teirri verkligu síðuni, serliga á tøknibreytini.
Í undirvísingini arbeiða næmingarnir við verkætlanum, har brúk er fyri verkligum og ástøðiligum kunnleika. Hetta setur krøv til tann einstaka um at duga at samarbeiða og ráðleggja, umframt at hann/hon skal duga at nýta eina ástøðiliga vitan fyri at loysa eina verkliga uppgávu.

Í sambandi við undirvísingina verður skipað fyri vitjan á ymiskum vinnufyritøkum.

Tøkniligar útbúgvingar

Framhaldsútbúgvingar
Tá ið fyrra støðisárið er lokið, hevur tú 3 møguleikar í at velja. Tú kanst fara undir eina yrkisútbúgving sum lærlingur; tú kanst halda fram í seinna SIT-árinum til eina atstøðingaútbúgving (teknik­ara), ella tú kanst halda fram í HT-útbúgvingini, um tú hevur gingið á HT-breytini. Hvat tú kanst og vilt velja, veldst um evni og áhuga, umframt val av lærugreinum.

Framhaldsútbúgvingar

Hægri Tøknipróvtøka
Upptøka
Tú kanst verða tikin upp á HT-útbúgvingina upp á 2 mátar. Tú kanst velja HT-breytina (kallaða 1. HT) í sambandi við upptøku á SIT-útbúgv-ingina (hetta ber tó bert til í Klaksvík), og tá tekur útbúgvingin til samans 3 ár. Ella tú kanst eftir lokna 2 ára SIT-útbúgving søkja um upptøku til 2. árið í HT-útbúgvingini, og tá tekur útbúgvingin til samans 4 ár.
HT-útbúgvingin fer fram á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Næmingar, sum hava langan veg í skúla, hava møgu­leika at søkja inn á Skúlaheimið, sum hoyrir til skúlan.
Umsókn um upptøku á HT-útbúgv­ingina fer fram í teirri samskipaðu innskrivingini. Umsóknarblað um upptøku skal vera skúlanum, sum tú søkir inn á, í hendi í seinasta lagi 15. mars.

Innihald
HT-útbúgvingin er serliga ætlað teimum, ið hava áhuga fyri at arbeiða við tøkni, bæði verkliga og ástøðiliga. Útbúgvingin er skipað við kravdum læru­greinum og vallærugreinum. Tær kravdu lærugreinirnar liggja serliga í byrjanini av útbúgvingini, meðan val­læru­greinirnar liggja 3. árið. Vallærugreinirnar kanst tú sjálv/ur seta saman eftir áhuga, tó skalt tú hava í minsta lagi 2 vallærugreinir á A-stigi. Allar lærugreinir í HT-útbúgvingini eru flokkaðar í C-, B- og A-stig, har A-stigið er hægsta støðið í lærugreinini. Allar lærugreinir eru ikki til á øllum stigum.
Eitt HT-prógv gevur atgongd til allar hægri framhaldsútbúgvingar á jøvnum føti við eitt nú students- ella HH-prógv. Tó skalt tú geva gætur, at flest allar hægri framhaldsútbúgvingar krevja eitt ávíst støði í ymiskum lærugrein­um, fyri at umsøkjarin kann verða tikin upp.
Í talvuni niðanfyri er tilskilað samlaða pultstímatalið um árið í teimum einstøku lærugrein­unum. Lærugreinirnar eru skipaðar í bókstavaraði. C, B, ella A aftanfyri tímatalið merkir, at lærugreinin er ávikavist á C-, B- ella A-stigi. Um sama tímatal og sami bókstavur standa undir bæði 2. HT og 3. HT, merkir hetta, at lærugreinin kann veljast annaðhvørt í 2. ella 3. HT.
Bæði í 2. og 3. HT hevur tú til samans uml. 1200 pultstímar um árið.

Hægri Tøknipróvtøka

Vallærugreinir
Umframt vallærugreinirnar, sum eru nevndar omanfyri, kann skúlin eisini bjóða aðrar vallærugreinir, t.d. fiskivinna C, forritan C, hagfrøði C, statikkur C og tónleikur C. Skúlin bjóðar tó ikki á hvørjum ári allar val-lærugreinir út. Hvørjar tær verða, veldst um áhuga næminganna.

Verkætlanir
Eitt eyðkenni hjá HT-útbúgvingini er verkætlanirnar. Verkætlanararbeiðið er eyðkent við at vera bæði verkligt og ástøðiligt. Arbeiðið við verkætlan setur krøv til evni tíni at samansjóða vitan úr ymiskum læru­grein­um, soleiðis at ein uppgáva verður loyst. Samstundis lærir tú at arbeiða sjálvstøðugt, av tí at tú bæði skalt leita upp vitan, leggja til rættis og sam­starva við onnur. Júst tað, sum tú fært brúk fyri á einum vanligum arbeiðs­plássi ella í einum lestrarumhvørvi.
Í 2. HT skalt tú í várhálvuni gera eina próvtøkuverkætlan í tøknifrøði. 6 vikur eru settar av til arbeiðið við hesi verkætlanini. Tú fert til munnliga próvtøku í verkætlanini.
Í 3. HT skalt tú í várhálvuni í 8 vikur gera eina próvtøkuverkætlan innan eina av hesum tøknisergreinunum: Bygging og orku; evning og fram­leið­slu; prosess og matvøru; miðlar og samskifti. Tú velur sjálv/ur tøkni­ser­grein­ina. Enda­málið við verkætlanini er, at tú skalt lýsa ein tøkniligan spurning og meta um serligar fortreytir og krøv, sum skulu lúkast, fyri at uppgávan kann verða loyst. Verk­ætl­anin endar við eini frágreiðing og einum handaligum luti ella evnisgongd. Við støði í frágreiðingini fert tú til munnliga próvtøku í verkætlanini.

Eftirmeting, próvtøka v.m.
2 ferðir um árið fært tú støðumet í øllum lærugreinum, soleiðis at tú framhaldandi verður kunnaður um meting læraranna av tínum fakliga støði í lærugreinunum. Við árslok fært tú ársmet í teimum lærugreinunum, sum eru loknar. Ársmetini koma at standa á próvnum hjá tær saman við próvtølunum, tú hevur fingið til próvtøkuna.
Fyri at standa HT-próvtøkuna skalt tú hava í minsta lagi 6 í miðaltali bæði í ársmetum og til próvtøkuna. Til eina samlaða HT-próvtøku skalt tú í 2. og 3. HT til próvtøku 11 ferðir. 5 ferðir eftir 2. árið og 6 ferðir eftir 3. árið. Tú skalt altíð til próvtøku í skrivligum føro­y­sk­um, støddfrøði B, tøknifrøði B, tøkni A og í teimum vallærugreinunum, tú hevur á A-stigi. Lutakast verður um hinar lærugreinirnar.

Stakgreinalestur
Tað ber til sum stakgreinalesandi at fara til próvtøku í støkum læru­grein­um í HT-útbúgvingini. Hesin møgu­leiki er serliga ætlaður tilkomnum fólki, sum hava áhuga fyri at ogna sær vitan í einari ella fleiri av HT-lærugreinunum. Meira fæst at vita um henda møgu­leik­an við at venda sær til lestrarveg­leið­ingina á Tekniska Skúlanum í Klaks­vík.

Framhaldsútbúgvingar
Møguleikarnir við einari HT-útbúgv­ing eru nógvir, men HT-útbúgvingin vendir sær tó serliga til næmingar, sum ætla sær at fara undir eina tøkni­liga ella náttúruvísindaliga útbúgving sum t.d. verkfrøði. Ætlar tú at lesa sivil- ella diplom­verk­frøði krevst, at tú hevur støddfrøði á A-stigi, alisfrøði á B-stigi og evnafrøði á C-stigi. Annars ber til við einum HT-prógvi at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum útbúgvingarstovnarnir seta um ávísar lærugreinir á ávísum stigi.

Vallærugreinir


[ Aftur | Printa | Send til ein vin ]

Yrkisgymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Fiskivinnuútbúgvingar
Tøkniligar útbúgvingar
Handilslig. útbúgvingar


Mentamálaráðið • Hoyvíksvegur 72 • Postrúm 3279 - FO - 110 Tórshavn • Tlf. 35 50 50 • Fax 35 50 55 • E-mail: mmr@mmr.fo