Um útbúgvingarnar
3 sløg av yrkisgymnasialum útbúgvingum eru til: Hægri Tøknipróvtøka (HT), Hægri próvtøka innan Fiskivinnu (HIF) og Hægri Handilspróvtøka (HH). Allar 3 útbúgvingarnar byrja við einum støðisári, og í støðisárinum hevur tú høvi at finna útav, um tú eftir lokið støðisár hevur hug annaðhvørt at halda fram í eini meiri verkligari ella eini meiri ástøðiligari útbúgving.