Sjóvinnuútbúgving
Upptøka
Allir umsøkjarar, sum hava lokið fólkaskúlan, og sum hava hug til sjógvin, kunnu eftir umsókn verða tiknir inn á grundskeið innan sjóvinnuútbúgving.
Innihald
Skeiðið á sjóvinnuskúla tekur 5 mánaðir og fer fram á Klaksvíkar Sjómansskúla. Í útbúgvingartíðini búgva næmingarnir á einum staði, sum er knýttur at skúlanum. Sjóvinnuskúlin gevur næmingunum eina grundleggjandi verkliga og ástøðiliga vitan um viðurskifti á sjónum og umborð á skipi. Undirvísingin leggur dent á at geva næmingunum vitan um trygd á sjónum, arbeiðsumhvørvi, viðlíkahald og verkligan sjómansskap, soleiðis at teir eftir lokið skeið kunnu mynstra sum dekkarar. Skeiðið á skúlanum er sostatt fyrsta stig á vegnum, um tú seinni ætlar tær til skips. Í framtíðini verður tað kravt sambært altjóða reglum, IMO-reglum (International Maritime Organisation), at tann, ið ætlar sær til skips, skal hava lokið grundskeið innan sjóvinnuútbúgving, áðrenn hann/hon mynstrar. Fyri at verða tikin inn á skipsføraraútbúgvingina skalt tú umframt at hava tikið sjóvinnuútbúgving hava siglt 9 mánaðir við skipi yvir 200 tons. Um tú ikki hevur sjóvinnuútbúgving (grundskeið), skalt tú í løtuni hava siglt 18 mánaðir við skipi yvir 200 tons fyri at verða tikin inn á skipsføraraútbúgvingina.

|