Profile index

Yrkisútbúgvingar
Sjóvinnuútbúgving
Um útbúgvingarnar
Yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling
Handils- og skrivstovuútbúgving
Handverkaraútbúgving
Heilsuútbúgvingar


Alm. gymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Hægri Fyrireikingarpróvtøka
Studentaskúla-útbúgving

Orðastyttingar

Leita: 

Heilsuútbúgvingar
Heilsuútbúgvingar eru nýggjar útbúgvingar, ið byrjaðu á heysti 2001. Útbúgvingarnar hava til endamáls hvør sær at geva næmingunum førleika at røkja uppgávur á almanna- og heilsuøkinum. Útbúgvingin til heilsuhjálpara er skipað sum ein grund-út­búgv­ing, ið tekur 1 ár og 3 mánaðir. Eftir lokna grundútbúgving sum heilsuhjálpari er møguleiki fyri at halda fram 1 ár og 10 mánaðar í útbúgvingini til heilsurøktara.
Útbúgvingarnar eru skipaðar á tann hátt, at skift verður millum ástøðiliga undirvísing og starvsvenjingar í heima-røktini ella á røktarheimi. Ástøðiligi parturin av útbúgvingini fer fram á Heilsuskúla Føroya á Tvøroyri.
Nærri upplýsingar um útbúgvingar-nar fáast við at venda sær til Heilsuskúla Føroya, 800 Tvør-oyri, tel 372855.

Heilsuhjálpari
Upptøka
Fyri at vera tikin upp á útbúgvingina til heilsuhjálpara skalt tú hava lokið 9. flokk og havt í minsta lagi 1 ára verkligar royndir eftir lokna skúlagongd. Hevur tú lokið 10. flokk, ber til at søkja beinleiðis inn á útbúgvingina. Hevur tú samsvarandi útbúgvingarligar ella verkligar fortreytir, kanst tú tó eisini verða tikin upp. Dentur verður lagdur á, at tú í umsóknini vísur á, at tú hevur gjørt tær tankar um, hvat tað vil siga at arbeiða við fólki.

Umsókn um upptøku á heilsuhjálparaútbúgvingina fer fram í teirra samskipaðu innskrivingini. Raðfestingarblað við umsókn um upptøku skal skal vera Heilsuskúla Føroya í hendi í seinasta lagi 15. mars.

Innihald
Útbúgvingin til heilsu­hjálpara tekur 1 ár og 3 mánaðir, og í minsta lagi 28 vikur av útbúgvingartíðini fara fram í skúlanum. Endamálið við útbúgvingini er at geva tær førleika at røkja grundleggj-andi stuðuls-, røktar- og umsorganar-uppgávur, har borgarin býr, og stuðla honum í at vera virkin í gerandisdeg-num. Útbúgvingin er skipað partvíst sum skúlagongd og partvíst sum starvsvenjing.
Í skúla­part­inum verður tú undirvíst/ur í hesum yrkislærugreinum:
• Handaligar yrkislærugreinir
• Mentanarligar og virkisskap-andi yrkislærugreinir
• Námsfrøðiligar/sálarfrøðiligar yrkislærugreinir
• Almennar og samfelagsligar læru­­greinir
• Røktarligar yrkislærugreinir

Starvsvenjingin kann fara fram t.d. á røktarheimi og ellisheimi, hjá heima­hjálpini ella á einum stovni, sum røkir eina serliga sosiala upp­gávu.

Í útbúgvingini til heilsuhjálpara, fært tú ÚS bæði í skúlapartinum og undir starvsvenjing.

Framhaldsútbúgvingar
Eftir lokna heilsuhjálparaútbúgving hevur tú fakligan førleika at arbeiða innan heimarøkt-ina, men tú kanst eisini søkja um upptøku á heilsurøktaraútbúgvingina.

Heilsurøktari
Upptøka
Fyri at vera tikin inn til heilsurøktara-útbúgvingina krevst, at tú hevur lokið grundútbúgvingina sum heilsuhjálpara. Hevur tú samsvarandi vitan og starvsroynd­ir, kanst tú tó eisini verða tikin inn við støði í eini ítøkiligari meting.
Í januar 2007 vóru næmingar fyri fyrstu ferð tiknir inn til útbúgvingina sum heilsurøktara.

Innihald
Útbúgvingin til heilsurøktara tekur 1 ár 10 mánaðir, og í minsta lagi 40 vikur av útbúgvingartíðini fara fram í skúlanum. Endamálið við útbúgvingini er at geva tær fortreytir fyri sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis samansettar ítrivs- og umsorgaruppgávur hjá ymiskum brúkarum.
Útbúgvingin er skipað partvíst sum skúlagongd og partvíst sum starvsvenjing. Í skúlapart­inum hevur tú bæði kravdar læru­grein­ir og vallærugreinir. Yrkislærugreinirnar eru hesar:
• Sjúkrarøkt
• Arbeiðsfyriskipan
• Almennar og samfelagsligar lærugreinir
• Mentanarligar og virkisskapandi lærugreinir
• Námsfrøðiligar/sálarfrøðiligar lærugreinir
• Læra um heilivág
Í starvsvenjingini fært tú m.a. samband við fólk, ið hava likamligar, sálarligar ella sosialar trupulleikar at dragast við. Starvs­venj­ing­in fer fram á t.d. ellis- og røktarheimum, sambýlum og dagtilhaldum, hjá eldri og hjá sinnisliga og likamliga brekaðum fólki.

Í útbúgvingini til heilsurøktara, fært tú ÚS bæði í skúlapartinum og undir starvsvenjing.

Framhaldsútbúgvingar
Eftir lokna útbúgving sum heilsrøktara eru arbeiðsmøguleikarnir fleiri t.d. innan heimarøkt-ina, á ellis- og røktarheimum, á ymiskum deildum á sjúkrahúsi ella í dagtilhaldum. Hevur tú í heilsurøktaraútbúgvingini tikið tær neyðugu lærugreinirnar umframt tikið nakrar almennar lærugreinir í eitt nú HF-skipanini, ber til at søkja um upptøku á t.d. sjúkrasystraskúla.


[ Aftur | Printa | Send til ein vin ]

Yrkisgymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Fiskivinnuútbúgvingar
Tøkniligar útbúgvingar
Handilslig. útbúgvingar


Mentamálaráðið • Hoyvíksvegur 72 • Postrúm 3279 - FO - 110 Tórshavn • Tlf. 35 50 50 • Fax 35 50 55 • E-mail: mmr@mmr.fo