Profile index

Yrkisútbúgvingar
Sjóvinnuútbúgving
Um útbúgvingarnar
Yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling
Handils- og skrivstovuútbúgving
Handverkaraútbúgving
Heilsuútbúgvingar


Alm. gymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Hægri Fyrireikingarpróvtøka
Studentaskúla-útbúgving

Orðastyttingar

Leita: 

Yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling
Útbúgving innan fiskavirking og aling er ein nýggj ykisútbúgving, ið varð sett á stovn í 2002, og er hon fyri tey, ið ynskja at fáa eina grundleggjandi yrkisupplæring innan fiskivinnu.

Talan er um tvey sløg av yrkisútbúgvingum,
ávikavist innan flakavinnuna ella alivinnuna. Tá ið yrkis­sáttmáli er skrivaður millum lærling og flakavirki ella alibrúk, fer lærlingurin undir at taka støðisárið á Fiski­vinnuskúlanum. Støðisárið hjá lærlingunum er tað sama sum í SIF-útbúgvingini. Eftir lokið støðisár fer lærlingurin í verkliga upplæring á flakavirki ella alibrúki í tvey ár.

Tú fært løn bæði meðan tú tekur støðisárið, og meðan tú ert í verkligari upplæring. Samlaða útbúgvingartíðin er 3 ár. Tímalønin er fyrsta árið 32% av tímalønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, annað árið 40% og triðja árið 45%. Sáttmálalønin pr. 1. mai 2006 er 102,80 kr. um tíman. Niðanfyri er lærlingalønin tilskilað:

1. árið 32,90 kr. um tíman
2. árið 41,12 kr. um tíman
3. árið 46,26 kr. um tíman

Herafturat skulu leggjast 12% í frítíðarløn.


[ Aftur | Printa | Send til ein vin ]

Yrkisgymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Fiskivinnuútbúgvingar
Tøkniligar útbúgvingar
Handilslig. útbúgvingar


Mentamálaráðið • Hoyvíksvegur 72 • Postrúm 3279 - FO - 110 Tórshavn • Tlf. 35 50 50 • Fax 35 50 55 • E-mail: mmr@mmr.fo