Profile index

Yrkisútbúgvingar
Sjóvinnuútbúgving
Um útbúgvingarnar
Yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling
Handils- og skrivstovuútbúgving
Handverkaraútbúgving
Heilsuútbúgvingar


Alm. gymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Hægri Fyrireikingarpróvtøka
Studentaskúla-útbúgving

Orðastyttingar

Leita: 

Miðnámsútbúgvingar í trimum høvuðsbólkum
- Yrkisútbúgv­ing­ar­
- Yrkisgymnasialar útbúgv­ing­ar­
- Almenngymnasialar útbúgv­ingar

Útbúgvingar, ið ikki eru miðnámsútbúgvingar, og sum ikki beinleiðis eru førleikagevandi:
- Eftirskúli
- Húsarhaldsskúli
- Háskúli

Yrkisútbúgvingar
- Yrkisútbúgvingar
- Heilsuútbúgvingar
- Sjóvinnuútbúgving

Yrkisgymnasialar útbúgv­ing­ar­
- Hægri Handilspróvtøka (HH) herundir FHS
- Hægri Tøknipróvtøka (HT)
- Hægri próvtøka Innan Fiskivinnu (HIF) herundir SIF

Í teimum yrkis­gymnasialu útbúgvingunum hevur tú umframt almennar læru­grein­ir eisini læru­grein­ir, ið fyrireika teg til bæði at fara undir framhaldandi hægri vinnulívsútbúgvingar (handilsútbúgv­ingar og tekniskar útbúgv­ing­ar) og til at arbeiða í vinnulívinum.

Almenngymnasialar útbúgv­ingar
- Studentaskúlaútbúgving (ST)
- Hægri Fyrireikingarpróvtøka (HF)

Í teimum almenngymnasialu útbúgv­ing­unum hevur tú fyrst og fremst al­menn­­andi lærugreinir, ið gera teg føran fyri at fara undir hægri framhaldslestur, um tú annars lýkur tey upptøkukrøvini, sum útbúgv­ingar­stovn­ur­in setir.

Generelt
Tá ið tú hugsar um at fara í holt við miðnámsútbúgving, eigur tú sam­stund­is at hugsa um, hvørja útbúgving tú hevur hug at halda fram við eftir lokna miðnámsútbúgving. Tú kanst ráðføra teg við skúlavegleiðaran í tínum fólkaskúla um útbúgv­ingar­møgu­leikar eftir lokna miðnáms­út­búgving, ella tú kanst seta teg í samband við ein lestrarvegleiðara á einum miðnáms­skúla og tosa við hann um framhaldandi útbúgvingarmøguleikar.

Allar tær gymnasialu útbúgvingar­nar leggja dent á, at næmingarnir ogna sær almennan kunnleika, umframt at teir fáa lestrarførleika.

Lærugreinirnar í teimum gymna­si­alu útbúgvingunum eru allar flokk­að­ar í C­­-­, B- og A-stig. A-stig er hægsta støð­ið í einari lærugrein. Allar læru­greinir eru ikki til á øllum stigum. Um tú skiftir frá einari gymnasialari útbúgv­ing til eina aðra, ber tað í á­­vís­an mun til í nýggju út­búgv­ingini at fáa góðskrivað lærugreinir, sum tú hevur verið til próvtøku í, og sum tú hevur lokið við í minsta lagi úrslit­in­um 6.

Allar tær gymnasialu útbúgv­ingar­nar enda við próvtøku. Eitt prógv frá einari gymnasialari útbúgving í Føroyum gevur atgongd til styttri útbúgvingar (1–2 ár), miðallangar útbúgvingar (2–4 ár) og longri framhaldsútbúgvingar (meira enn 4 ár), bæði í Føroy­um og í londunum rundan um okkum; tó við teimum avmarkingum, sum tær einstøku útbúgvingarnar seta, t.d. um ávísar lærugreinir á ávísum stigi.

Í miðnámsútbúgvingunum skalt tú sjálv/ur keypa allar undirvís­ingar­mið­larnar, eitt nú bøkur, sum verða brúktar í undirvísingini. Hetta merkir, at tú við skúlaársbyrjan mást rokna við at brúka einar 3.500 kr. til bøkur. Hvussu stór upphæddin er, veldst um, hvørja útbúgving tú byrjar uppá. Harumframt kann tann einstaki skúlin krevja gjald fyri ljósritað tilfar, sum verður brúkt í undirvísingini.

Í øllum miðnámsútbúgvingunum hev­ur tú møtiskyldu, men tú hevur eisini skyldu virkin at luttaka í undirvísingini. Um tú ert burtur frá undirvísingini meira enn 10% av teimum lisnu tímu-num ella ikki letur inn tað skrivliga avrikið, sum kravt er, sleppur tú ikki til próv­tøku eftir vanligum treytum, t.e. í minni pensum. Um møti­skyldan ikki verður hildin, kann tað enda við, at tú av skúlanum ikki verð­ur innstillað/ur til próvtøku.

Gev gæt­ur! Sjúkrafrávera verður skrá­sett sum øll onnur frávera, uttan so er, at tú ert samanhangandi sjúk/ur í einum longri tíðarskeiði.


[ Aftur | Printa | Send til ein vin ]

Yrkisgymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Fiskivinnuútbúgvingar
Tøkniligar útbúgvingar
Handilslig. útbúgvingar


Mentamálaráðið • Hoyvíksvegur 72 • Postrúm 3279 - FO - 110 Tórshavn • Tlf. 35 50 50 • Fax 35 50 55 • E-mail: mmr@mmr.fo