Lestrarvegleiðing
Fyri at fáa sum mest burturúr undirvísingini er gott arbeiðslag ein týðandi táttur í lærugongdini hjá tær. Eitt gott arbeiðslag ger, at tú fært brúkt tíðina til skúlarbeiðið munagott, so tú eisini fært tíð til annað sum eitt nú ítrótt, tónleik og samveru við vinfólk.
Tú kanst læra at nýta tíðina munagott við at ogna tær góðan lestrarteknikk. Tá ið tú byrjar í eini miðnámsútbúgving, stílar lestrarvegleiðingin á skúlanum fyri skeiði í, hvussu tú miðvíst - t.d. við at leggja heimaarbeiðið til rættis, strika undir í tilfari, gera uppskriftir, økja um lesiferðina – kann arbeiða við at ogna tær góðar lestrarvanar. Góðir lestrarvanar fara altíð at hjálpa tær - líka mikið hvørja útbúgving tú eftir lokna miðnámsútbúgving fert undir.
Lívlang læring
Framleiðslan í okkara samfelagi er grundað á vitan, og tí verður okkara samfelag ofta kallað eitt vitanarsamfelag. Vitan er grundarlagið undir okkara framleiðslu og sostatt eisini undir okkara sosialu og politisku skipan. Skal okkara samfelag ikki gerast eftirbátur í mun til onnur samfeløg í Evropa, mugu vit vitanarliga fylgja við. Hetta merkir, at øll - alt lívið - framhaldandi mugu læra nýtt fyri at varðveita førleika á arbeiðsmarknaðinum. Ein lokin útbúgving - líka mikið av hvørjum slagi hon er - er bert lopfjølin fyri framhaldandi læring. Ein av størstu avbjóðingunum bæði hjá samfelagnum og hjá tí einstaka er lívlang læring. Øll mugu vera til reiðar at eftirútbúgva/víðariútbúgva seg alt lívið og helst eisini vera til reiðar at skifta arbeiði og arbeiðsøki, sohvørt sum framleiðslan og samfelagið broytast. Ein miðnámsútbúgving er neyðuga grundarlagið undir lívlangari læring, og tí er tað umráðandi, at eisini tú fært eina miðnámsútbúgving.
|