Profile index

Yrkisútbúgvingar
Sjóvinnuútbúgving
Um útbúgvingarnar
Yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling
Handils- og skrivstovuútbúgving
Handverkaraútbúgving
Heilsuútbúgvingar


Alm. gymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Hægri Fyrireikingarpróvtøka
Studentaskúla-útbúgving

Orðastyttingar

Leita: 

Um útbúgvingar
Útbúgving er lykilin til eitt gott lív. Uttan útbúgving hevur tú munandi færri møguleikar fyri at fáa eitt gott og spennandi arbeiði, sum hevur mennandi avbjóðingar í sær. Uttan útbúgving ber ikki til í arbeiðslívinum at møta teimum avbjóðingum, sum tøkniliga menningin setur einstaklinginum.

Eftir loknan 9. ella 10. flokk skalt tú velja framhaldandi útbúgvingarleið. Eini góð ráð eru at velja eina útbúgving, ið hóskar til tíni ynski og tín tørv. Hugsa teg tí væl um, tá ið tú fert at velja miðnámsútbúgving.

Skúlavegleiðarin á tínum skúla kann hjálpa tær við at finna ta miðnámsútbúgvingina, sum við støði í tínum ynskjum hóskar best til tín.

Tú ert eisini vælkomin at venda tær til lestrarvegleiðingina á einum av miðnámsskúlunum fyri at fáa nærri upplýsingar um eina útbúgving. Hetta kanst tú gera við annaðhvørt at ringja ella - eftir avtalu - at fara at tosa við lestrarvegleiðara. Harumframt stílar einstaki miðnámsskúlin ofta fyri kunnandi fundum um útbúgvingarnar hjá sær.

Adressur og telefonnummur á skúlum og stovnum eru tilskilað aftast í hesum bóklingi.

Henda heimasíða er ætlað tær, sum gongur í 9. og 10. flokki, og sum hugsar um, hvørja miðnámsútbúgving tú skalt velja eftir loknan fólkaskúla.
Ein miðnámsútbúgving er ein útbúgving, ið vanliga byggir á tað støðið, tú hevur fingið í 9. og 10. flokki. Bert HF-útbúgvingin hevur krav um, at tú skalt hava lokið víð­kaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans (10. flokk). Allar hinar miðnámsút­búgvingarnar hava bert sum upptøkukrav, at tú hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. flokk). Einki aldurs­mark er uppeftir fyri upptøku á miðnámsútbúgving.
Ein mið­námsútbúgving kann vera ein yrkisútbúgving ella ein gymnasial útbúgving (yrkisgymnasial ella almenngymnasial), men tað er í høvuðsheitunum bert gymna­si­alar miðnámsútbúgvingar, ið bein­leið­is geva atgongd til hægri framhalds­útbúgvingar sum t.d. á uni­vers­iteti og handilsháskúla.

Á hesi heimasíðu verða allar miðnámsútbúgvingarnar lýstar í stuttum. Harumframt eru eisini nakrar útbúgv­ing­ar tiknar við, ið ikki beinleiðis eru miðnámsútbúgvingar, men sum hin­vegin venda sær til ungdómin.

Tá ið tú hugsar um at fara í holt við miðnámsútbúgving, eigur tú sam­stund­is at hugsa um, hvørja útbúgving tú hevur hug at halda fram við eftir lokna miðnámsútbúgving. Tú kanst ráðføra teg við skúlavegleiðaran í tínum fólkaskúla um útbúgv­ingar­møgu­leikar eftir lokna miðnáms­út­búgving, ella tú kanst seta teg í samband við ein lestrarvegleiðara á einum miðnáms­skúla og tosa við hann um framhaldandi útbúgvingarmøguleikar.

Um útbúgvingar


[ Aftur | Printa | Send til ein vin ]

Yrkisgymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Fiskivinnuútbúgvingar
Tøkniligar útbúgvingar
Handilslig. útbúgvingar


Mentamálaráðið • Hoyvíksvegur 72 • Postrúm 3279 - FO - 110 Tórshavn • Tlf. 35 50 50 • Fax 35 50 55 • E-mail: mmr@mmr.fo