Profile index

Yrkisútbúgvingar
Sjóvinnuútbúgving
Um útbúgvingarnar
Yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling
Handils- og skrivstovuútbúgving
Handverkaraútbúgving
Heilsuútbúgvingar


Alm. gymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Hćgri Fyrireikingarpróvtřka
Studentaskúla-útbúgving

Orđastyttingar

Leita: 

Handverkaraútbúgving
Tú kanst fara undir eina yrkisútbúgving upp á 2 mátar. Annađhvřrt kanst tú gera lćrusáttmála viđ eitt lćrupláss og beinleiđis fara í lćru, ella tú kanst fara undir SIT-útbúgving og síđani gera sáttmála viđ eitt lćrupláss. Í tí seinna fřrinum fćrt tú í yrkisútbúgvingini góđskrivađ tađ, sum í SIT-útbúgvingini er fakliga týđandi í viđkomandi yrkisútbúgving.
Fyri at tú kanst gera lćrusáttmála viđ eitt lćrupláss, skal lćruplássiđ vera góđkent av Yrkisdeplinum, Hoyvíksvegur 72, 100 Tórshavn, tel 355060, iđ eisini skal góđkenna lćrusáttmálan.
Fyri handverkslćrlingar eru teir fyrstu 3 mánađirnir ein royndartíđ, og lćrusáttmálin kann í hesum tíđarskeiđi sigast upp av báđum přrtum uttan grund­gev­ing og uttan freist.
Legg til merkis, at tađ er ikki loyvt einum virki at hava ungfólk í “royndar­lćru”, áđrenn lćrusáttmáli verđur skrivađ­ur. Um eingin góđkendur lćrusáttmáli er skrivađur, er tađ ikki loyvt arbeiđstakaranum bert at rinda lćrlingalřn.
Ein yrkisútbúgving skiftir ímillum verkliga upplćring á arbeiđs­plássinum og skúlagongd á einum tekniskum skúla. Lćrutíđin í teimum flestu yrkjunum er 4 ár, og millum ein fjórđing og triđing av lćrutíđini er skúlagongd. Um eingin ástřđilig undirvísing er í einum yrki á einum tekniskum skúla í Fřroyum, verđur lćrlingurin sendur til Danmarkar at taka ástřđiliga partin av útbúgvingini.
Í Fřroyum ber til at taka bćđi verkliga og ástřđiliga partin av yrkisútbúgving sum bilmekanikari, elektrikari, hárfríđkari, maskinsmiđur, rřrsmiđur, snikkari, stálskipasmiđur og timburmađur. Viđ hvřrt ber eisini til at taka ađrar útbúgvingar.

Handverkaraútbúgving

Í lćrutíđini fćrt tú lřn. 1. áriđ fćrt tú 32% av sveinalřnini, 2. áriđ 40%, 3. áriđ 45%, 4. áriđ 55%, og 5. áriđ 70%. Frá 1. oktober 2006 er lćrlingalřnin í krónum um vikuna henda:
1. áriđ 1.455,23 kr.
2. áriđ 1.819,04 kr.
3. áriđ 2.046,42 kr.
4. áriđ 2.501,18 kr.
5. áriđ 3.183,32 kr.
Harafturat kemur frítíđarlřnin, iđ er 12%. Vanliga arbeiđsvikan er 40 tímar.


[ Aftur | Printa | Send til ein vin ]

Yrkisgymnasialar útb
Um útbúgvingarnar
Fiskivinnuútbúgvingar
Třkniligar útbúgvingar
Handilslig. útbúgvingar


Mentamálaráđiđ • Hoyvíksvegur 72 • Postrúm 3279 - FO - 110 Tórshavn • Tlf. 35 50 50 • Fax 35 50 55 • E-mail: mmr@mmr.fo