Handils- og skrivstovuútbúgving
Ein fyritreyt fyri at fáa lærupláss innan handils- og skrivstovuøkið er, at tú hevur lokið FHS-støðisárið. Tá ið tú fert at læra, skalt tú skriva lærusáttmála við læruplássið, men læruplássið skal vera góðkent av Yrkisdeplinum. Í lógini er tilskilað, at tann fyrsta tíðin bæði hjá lærlingi og læruplássi er ein royndartíð. Á handils- og skrivstovuøkinum er royndartíðin 3 mánaðir. Fert tú í læru við støði í einum FHS-støðisári, er lærutíðin 3 ár. Fert tú í læru við støði í eini HH-útbúgving er lærutíðin 2 ár. Tað ber eisini til at fara í læru við støði í einari students-, HF- ella HT-útbúgving, men so er lærutíðin 2 ár og 18 vikur. Ein lærusáttmáli innan handils- og skrivstovuøkið skal altíð góðtakast av Yrkisdeplinum, Hoyvíksvegur 72, 100 Tórshavn, tel 355060.

Í lærutíðini fært tú løn. 1. árið fært tú 40% av sáttmálalønini hjá fólki við yrkisupplæring, 2. árið 50%, 3. árið 55%, 4. árið 60%. Frá 1. mai 2006 er lærlingalønin í krónum um mánaðin henda: 1. árið 7.137,77 kr. 2. árið 8.922,22 kr. 3. árið 9.814,44 kr. 4. árið 10.706,66 kr. Harafturat kemur frítíðarlønin, ið er 12%. Vanliga arbeiðsvikan er 40 tímar.
|