Um útbúgvingarnar
Alment um yrkisútbúgvingar Ein yrkisútbúgving er ein góð byrjan upp á eitt arbeiðslív, líka mikið um tú ætlar at arbeiða í einum ávísum yrki burturav, ella tú ætlar at brúka yrkið sum fyrsta stig á vegnum til eina víðari útbúgving. Sum handverkari eru møguleikarnir í dag nógvir, bæði tá ið tað snýr seg um arbeiði og um framhaldandi útbúgvingarmøguleikar. Ein yrkisútbúgving kann sostatt verða byrjan uppá eitt arbeiðslív við nógvum ymiskum og spennandi avbjóðingum. Ein yrkisútbúgving gevur tær eitt gott grundarlag fyri at arbeiði í vinnulívinum, bæði í Føroyum og í øðrum londum. Brúk er altíð fyri fólki, sum hevur tann fakliga kunnleikan, ein yrkisútbúgving gevur. Fært tú seinni í lívinum hug at stovna egið virki, vita vit av royndum, at grundleggjandi útbúgvingarstøðið hjá nógvum íbirtarum hevur verið ein yrkisútbúgving. Ofta er tað júst kunnleikin til tað praktiska lívið, sum ger íbirtararnar førar fyri at stovna egið virki. Útlendskar kanningar benda á, at í framtíðini fer stórur partur av teimum, sum taka eina yrkisútbúgving, seinni í lívinum at fáa sær eina framhaldsútbúgving, orsaka av tøkniligu menningini. bert ein minni partur av teimum, sum hava tikið eina yrkisútbúgving, koma at arbeiða alt lívið innan tað fakøkið, har tey hava fingið útbúgving. Ein handverkari, sum hevur tikið eina framhaldsútbúgving, fer at hava eina sterka støðu á arbeiðsmarknaðinum, av tí at hann hevur bæði ein verkligan og ein ástøðiligan kunnleika.
Hevur tú lokið 9. ella 10. flokk, kanst tú søkja um upptøku á eina yrkisgymnasiala útbúgving, ið bæði er vinnulívsrættað og lestrarfyrireikandi. At útbúgvingin er vinnulívsrættað, merkir, at hon hevur eitt yrkisligt innihald, ið kann nýtast í vinnulívinum. Vinnulig ella tøknilig viðurskifti eru partar av eini yrkisligari útbúgving. At útbúgvingin er lestrarfyrireikandi, merkir, at hon gevur neyðuga grundarlagið fyri at fara undir hægri framhaldsútbúgving. Eitt HH-prógv, HT-prógv ella HIF-prógv geva tær í høvuðsheitinum atgongd til allar longri, miðallangar og styttri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum sum upptøkukrøvini til tær einstøku útbúgvingarnar seta. HH-útbúgvingin miðar serliga ímóti at geva næmingunum góðar fortreytir fyri at fara undir framhaldandi samfelagsligar, búskaparligar ella málsligar útbúgvingar. HT-útbúgvingin miðar serliga ímóti at geva næmingunum góðar fortreytir fyri at fara undir framhaldandi tøkniligar ella náttúruvísindaligar útbúgvingar. HIF-útbúgvingin miðar serliga ímóti at geva næmingunum góðar fortreytir fyri at fara undir framhaldandi matvøru- ella fiskivinnuútbúgvingar. Hetta merkir tó ikki, at tínir útbúgvingarmøguleikar í framhaldsútbúgvingunum eru av-markaðir til hesar omanfyri nevndu útbúgvingar. Til samans tekur HH-, HIF- ella HT-útbúgvingin 3 ár, har fyrsta árið er eitt støðisár. Men aftan á fyrsta árið ber til hjá tær at skifta til eina vinnulívsútbúgving og velja at læra til t.d. skrivstovufólk ella sølufólk, um tú hevur tikið FHS-støðisárið, ella til t.d. bilmekanikara, elektrikara, smið ella timburmann, um tú hevur tikið SIT-støðisárið.

Lærlingaútbúgvingar 1. august 1999 kom nýggj lóg um yrkisútbúgvingar í gildi. Tað er nú Yrkisdepilin, Hoyvíksvegur 72, 100 Tórshavn, tel 355050, ið tekur sær av øllum viðurskiftum viðvíkjandi lærusáttmálum, skúlaskeiðum o.ø. Ert tú í iva um onkur viðurskifti viðvíkjandi einari yrkisútbúgving ella lærusáttmála, kanst tú venda tær til Yrkisdepilin, ið veitir tær ráð og vegleiðing. Í Føroyum ber til at taka eina yrkisútbúgving innan umleið 90 ymiskar yrkisgreinir. Nevnast kann, at í 2002 varð skipað fyri nýggjari lærlingaútbúgving innan ávikavist fiskivinnu og alivinnu.
Lærlingaútbúgvingarnar kunnu flokkast í 3: handils- og skrivstovuútbúgving, handverkaraútbúgving og yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling. Niðanfyri verður stutt greitt frá høvuðstættum í handils- og skrivstovuútbúgvingini, handverkaraútbúgvingini og yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling, soleiðis sum útbúgvingarnar eru skipaðar í løtuni.
|